Glasisnæmingar bygdu pallin
05. oktober 2023
Tá nýskrivaði føroyski jóla sangleikurin “Julius í Likkudali” fær sína frumframførslu fríggjadagin 25. nov., verður tað við einum sera umfatandi og hegnisligum handaligum íkasti frá Glasi.
Timburlærlingarnir á Glasi hava sanniliga kýtt seg seinastu vikurnar við fáa pallin kláran til sangleikin “Julius í Likkudali”, sum hevur frumframførslu hesa vikuna í Norðurlandahúsinum. Pallin sjálvan hevur rithøvundurin handan leikin Sasho Bjartsson sniðgivið, men tað eru timburlærlingarnir á Glasi, ið hava gjørt pallin til veruleika seinastu vikurnar.