Smeltaðir kavamenn
175 gr smør
85 gr flormelis
250 gr mjøl
Flormelis og vatn til glasur
1 posa skúmgæti
1 pk Smarties
Appilsingula pastafarvu
150 gr Odense Mørk Overtræk
- Elta smør, flormelis og mjøl, so tað samlar seg til eitt javnt deiggj.
- Legg deiggið millum 2 ørk av bakipappíri, og rulla tað, so tað er umleið hálvan sentimetur tjúkt.
- Brúka ein kopp ella ein útstykkjara, so ger rundingar á uml 8 cm.
- Baka í 8 minuttir á 180 gradum.
- Tá kakurnar eru kølnaðar, smyr glasur tilvildarligt á.
- Stilla skúmgæti á og 2-3 smarties.
- Smelta sjokuladaknapparnar, og koyr í ein posa. Klipp hol á endan, og tekna eygu, munn og armar á kakurnar.
- At enda mála nøsina á skúmgæti við pastafarvu.
Luksus Piparnøtir
500 gr mjøl
200 gr margarin
250 gr sukur
2 egg
1 tsk kanel
2 tsk nelliker
½ tsk allehånde
½ tsk ingifer
½ tsk hjortasalt
300 gr Odense Mørk Overtræk
1 dós Odense Guld Støv
- Elta margarin og mjøl væl saman.
- Elta síðan sukur, egg og øll kryddaríini í.
- Rulla til smáar piparnøtir, og legg á eitt bakipappír. GG piparnøtirnar verða umleið dubult so stórar í ovninum, so ikki ger tær ov stórar.
- Baka tær í 8 minuttir á 180 gradum.
- Tá tær eru kølnaðar, smelta so sjokuladuna í mikroovni ella yvir vatnbað.
- Stilla piparnøtirnar á ein gaffil og dyppa tær í sjokuladuna.
- Tá tær eru storknaðar, pynta tær við gullglimmur.
Nissumuffins
115 gr smør
200 gr sukur
1,5 dl súrróma 18%
2 egg
2 tsk vaniljusukur
1,5 tsk bakipulvur
¼ tsk natron
½ tsk salt
170 gr mjøl
200 gr Odense chokoladeknapper
Smørkrem:
150 gr smør – Smørið skal vera stovutemperatur, og týdningarmikið at ikki brúka smør at smyrja, men ein blokk av smør. Annars verður kremið ov bleytt.
150 gr flormelis
1 tsk vaniljupasta
Reyða pastafarvu
- Píska smør og sukur væl.
- Rør síðan alt hitt tilfarið í uttan sjokuladuna.
- Tá alt er rørt væl saman, rør so sjokuladuna í.
- Stilla lítlar muffinsformar á eina plátu, og koyr 1 tsk av deiggj í hvønn.
- Baka í umleið 10 min á 180 gradum
- Lat kølna heilt.
- So skulu vit gera smørkremið. Píska smørið luftigt. Tekur umleið 5 minuttir.
- Koyr síðan flormelis og vanilju í, og píska væl. Um kremið er ov bleytt, kanst tú koyra meira flormelis í.
- Tak umleið 2 spsk frá, sum vit skulu brúka til toppin. Koyr tað í ein sproytiposa.
- Koyr reyða farvu í restina av smørkreminum, og rør tað væl.
- Koyr síðan reyða kremið í ein sproytiposa.
- Spoyta smáar toppar á kakurnar við reyða kreminum, og ger ein prikk á toppin við hvíta kreminum, so tað líkist nissuhúgvum.
Jólatrø
2 egg
300 gr sukur
1,25 dl olju
4 spsk kakao
225 gr mjøl
1 tsk bakipulvur
½ tsk natron
1 tsk salt
2,5 dl mjólk
Flormelis og vatn – glasur
Grøna farvu
Odense mini perler
- Píska egg og sukur væl.
- Píska síðan, mjøl, bakipulvur, natron, kakao, salt, mjólk og olju í.
- Koyr í eina form og baka í umleið 40 min á 175 gradum.
- Lat kakuna kølna, og sker hana í smáar trýkantar.
- Blanda glasur og lita tað grønt.
- Koyr tað í ein posa, og klipp eitt lítið hol á endan.
- Pynta jólatrøini við glasur og drússi.