Barnahetjurnar Lilly og Lydia Victoria
Jólamenninir høvdu ikki gloymt børnini, sum í 2022 vórðu heiðrað av Reyða Krossi Føroyar fyri at hava bjargað lívi.
Ein góðveðursdag á vári 2021 spældu tær tá sjey og átta ára gomlu Lilly Fríðudottir og Lydia Victoria Absalonsen av Veiðareiði uttanfyri.
Brádliga síggja tær, at fýra ára gamla systkinabarnið, Bjørk, sum var komin úr Danmark til Viðareiðis at ferðast, var dottin í ein djúpan hyl í ánni.
Røsku smágenturnar bóru skjótt at.
Meðan Lilly rann inn eftir pápa sínum, helt Lydia Victoria høvdinum á Bjørk uppi yvir vatnskorpuni, tí hon orkaði ikki at fáa hana upp úr ánni.
Ein hending, sum kundi havt endað ólukkuliga, endaði væl, tí at genturnar vóru so árvaknar.
Afturfyri fingur tær báðar “Ársins barnaheiður” frá Reyða Krossi Føroyar.
Mynd: Eyðun Thomsen