Send Juliusi eitt bræv við Posta
09. desember 2024
Sendir eitt barn tú kennir bræv til jólamannin hvørt ár uttan at fáa nakað svar? Posta bjóðar tær nú at bíleggja eitt bræv frá jólamanninum Juliusi, sum verður sent við postinum til barnið.
Tú, sum foreldur ella sum kennir barnið væl, kanst tillaga brævið, so tað passar júst til barnið. Brævið kann sjálvsagt eisini bíleggjast, hóast barnið ikki hevur sent bræv ella ynskilista til jólamannin. Um bræv verður sent til jólamannin, skriva “Til jólamannin” og koyr tað í ein bláan postkassa. Les meira við at trýsta á “Les meira”.